Runavíkar Havn
Komandi dagarnar gleða vit okkum aftur at taka ímóti Renaissance og Rotterdam – skip, sum bæði hava vitjað okkum í ár.
21. juli kl. 08-17 – Renaissance vitjar Kongshavn.
Renaissance er umleið 220 metrar langt og umborð eru 1249 ferðafólk – meginparturin úr Fraklandi. Manningin telur 520.
22. juli kl. 08-17 – Rotterdam vitjar Kongshavn.
Rotterdam er umleið 300 metrar langt og hevur pláss fyri umleið 3000 ferðafólkum og eini manning á 995.
Tor Shipping er umboðsfelag hjá báðum skipum, og MB Tours er túrsmiður.
