Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.04.2026 08:14

Tryggja tær bátapláss til Bátafestivalin á Toftum

Bátafestivalurin á Toftum

Vit hava fingið nógvar bátatilmeldingar, men enn eru nøkur pláss eftir.

Bátatilmelding til ársins fyrsta bátafestival, ið verður á Toftum leygardagin 2. mai.

Umráðandi er hjá bátaeigarum, sum kundu hugsað sær at luttaka, at tryggja sær eitt bátapláss undir festivalinum.

Eins og undanfarin ár, er eitt talgilt tilmeldingarskjal, ið skal útfyllast. 

Niðanfyri er ein leinkja, ið tit trýsta á, síðan verða tit leidd inn á eitt skjal, ið tit útfylla fyri at melda tykkara bát til.

https://forms.office.com/Pages/ResponsePage.aspx…

Seinasta freist at tryggja sær eitt bátapláss er týsdagin 28.apríl.

Vit gleða okkum at síggja nógvar manningar og bátar á Toftum 2. mai.