Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.04.2024 15:42

Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsambandinum

Katrin Jacobsen forfólk hjá Badmintonsambandinum og Anna Mohr Holm stjóri í Trygd (Mynd: Trygd)

Tíðindaskriv

Trygd og Badmintonsamband Føroya hava nú undirskriva 2 ára avtalu, har Trygd er høvuðsstuðul hjá okkara ítrótti í 2 ár.

Seinnu árini hevur verið góð tilgongd til badmintonítróttina, og eiga vit føroyskar badmintonleikarar, sum fáa góð úrslit, tá tá tey eru uttanlands til kappingar. Somuleiðis er Badmintonsambandið í einari tilgongd, at seta nýggjan landsliðsvenjara.

Tí er vit í Badmintonsambandinum sera fegin um stuðulsavtaluna við Trygd, sum leggur tryggar karmar um okkara virksemi at menna  badmintonítróttina, og vit gleða okkum til góða samstarvið við okkara nýggja høvuðsstuðul.

Badmintonsamband Føroya sær fram til eitt spennandi ár við nýggjum og spennandi avbjóðingum, og takkar Trygd fyri at vilja vera við á ferðini saman við okkum.