Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.05.2026 10:21

Trý fólk handtikin í stórum máli um kokain

Savnsmynd: Eyp.fo

Tíðindaskriv/ Føroya Politi

Føroya Politi handtók í gjárkvøldið trý fólk í sambandi við kanningarbeiði í stórum rúsevnismáli. Fólkini eru skuldsett fyri at hava smuglað fimm kg av kokaini til Føroya og eisini fyri at hava selt størstapartin av hesum í Føroyum.

Handtøkurnar úrslit av miðvísum politiarbeiði 

Handtøkurnar í gjárkvøldið eru eitt úrslit av einum skipaðum og miðvísum arbeiði hjá politinum seinastu mánaðirnar. Talan er um eina kvinnu og tveir menn, sum øll eru í tjúgunum og búsitandi í Føroyum. Fólkini vera mett at hava ein stóran leiklut í føroyska rúsevnisumhvørvinum.

Grundlógaravhoyring í dag 

Tey handtiknu verða framstillað í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag kl. 10.