Tíðindaskriv
FM fyri vaksin og FM fyri ung í frælsum ítrótti vórðu um vikuskiftið fyriskipaði á Guttabreyt í Klaksvík. Kappast varð fríggjadag, leygardag og sunnudag, og á skránni vóru bæði renning, lop, kast og stafettir. Eftir liggjandi góðveður var tíðin kortini nú komin til meiri vanligt føroyskt summarveður.
Kappingin byrjaði fríggjakvøldið við millum annað rimarenning, trístøkki og 10.000 metrum. Ragnar Rasmussen úr Hvirluni vann 10.000 metrar við persónliga metinum 32.18,81. Neli Heldarskarð úr Bragdinum gjørdist nummar tvey við ársbestu tíð síni, 33.08,81, meðan Ingi Johannessen úr Roysni vann bronsu við ársbestu tíð síni, 40.55,92.
Leygardagin var ein drúgv og fjølbroytt skrá fyri bæði børn, ung og vaksin. Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni var fyrstur á mál í 100 metrum við tíðini 11,23 sekund.
Jónas Gunnleivsson Isaksen úr Bragdinum vann 400 metrar við ársbestu tíð síni, 50,92 sekund. Rúni Seloy úr Bragdinum vann 800 metrar, eisini við ársbestu tíð síni, 2.11,82.
Í hæddarlopi vann Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar úr Bragdinum við 1,55 metrum, sum var hennara besta avrik í ár.
Í kúlustoyti hevði Hallur Simonsen úr Hvirluni longsta kastið. Hann setti persónligt met við 11,87 metrum. Honum á baki var Hans H. G. Magnussen úr Hvirluni, sum stoytti 10,20 metrar – hansara besta avrik í ár. Og Hanus Bergsson, somuleiðis úr Hvirluni, vann bronsu við 9,25 m. Lovisa Niclasen úr Hvirluni var fremst hjá kvinnunum við ársbestu 9,96 metrum.
Sunnudagin varð kappast í millum annað 200 og 300 metrum, longdarlopi, 5.000 metrum, 400 metrum við rim og stafettum. Jónas Gunnleivsson Isaksen úr Bragdinum rann 200 metrar á 21,77 sekundum, men eisini henda tíðin varð skrásett við ov nógvum undanvindi.
Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni setti persónligt met, tá ið hann vann 400 metrar við rim við tíðini 59,17 sekund. Bjalla Beintudóttir Dalsgarð úr Hvirluni vann 400 metrar við rim hjá gentum og kvinnum við persónliga metinum 1.11,74.
Mattias Jansson í Lambanum úr Roysninum vann 5.000 metrar við ársbestu tíð síni, 17.28,71.
Bjalla hevði annars eitt gott vikuskifti. Hon vann eisini 100 metrar við rim við 16,79 sekundum og 200 metrar við 27,88 sekundum. Bæði avrikini vóru tó við ov nógvum undanvindi.
Fleiri persónlig met og ársbestu avrik
Úrslitalistarnir vísa fleiri persónlig met og ársbestu avrik. Í úrslitaskipanini verður persónligt met viðmerkt PB, meðan ársbesta hjá einstaka íðkaranum verður viðmerkt SB.
Onkur av góðu avrikunum vórðu tó darva av ov nógvum vindi, til at met kunnu góðkennast.
Kappingarnar fullu í ár saman við DM í frælsum ítrótti, og tí vóru onkrir at frægastu íðkarum okkara upptikinr av teimum kappingunum, har tey fáa harðari kapping.
FM og FMU vístu tó enn eina ferð, at stór breidd er í føroyskum frælsum ítrótti. Serliga gleðiligt var at síggja mongu børnini og ungu íðkararnar royna seg í fleiri ymiskum greinum.
Nú er minni enn eitt ár, til Oyggjaleikirnir vera í Føroyum, og tað merkist á íðkarum og fyriskiparum, at serligi oyggjaleikastemningurin er við at koma.
Øll úrslitini frá kappingini síggjast á Roster Athletics.
Hópin av myndum frá kappingini eru at finna á Facebook-síðuni hjá Hvirluni her, og annars á heimasíðuni hvirlan.fo
