Sunnanfyri býráðshúsið í Norðragøtu eru menn í hesum døgum í ferð við at gera eina bryggjutrappu. Hetta er ein partur av uppruna byggiætlaninin av býráðshúsinum.
Trappan verður eitt slag av býráðstorgi fyri allar borgarar og vitjandi. Eitt stað við góðum sólargangi, sum kemur at liggja við ósan og sandin, í lívd fyri høgættini.
Tað er byggifyritøkan Kontek sum stendur fyri arbeiðinum og er ætlanin at trappan skal standa liðug áðrenn Gfestivalin, sum verður í juli í ár.
Deil á Facebook