Mynd: Tjóðsavnið
10. til 14. oktober er heystfrí og á Tjóðsavninum bjóðar tey aftur í ár øllum á Savnsfagnað.
Evnið á ársins Savnsfagnaði er “Piss er ikki bara piss”.
Skráin á Tjóðsavninum er hendan allar dagarnar:
11.00 Savnið letur upp
11.15 Náttpotturin hjá Heiðu
13.00 Savnið letur aftur
14.00 Savnið letur upp
14.30 Dagsins granskarasøga
16.00 Savnið letur aftur
—
Náttpotturin hja Heiðu:
– Søguleikur við huldugentuni Heiðu, sum hugsar um tað nú passar, at ALT var betri fyrr… Náttpottar, úthús, gras og avísir ístaðin fyri vespappír og at vaska við landi.
Jarðfeingi:
– Kanna eina havbotnskjarnu við luppi
– Spennandi steinsavn
Nýra- og gallbløðrusteins verkstaðurin:
– Ger tær hálsprýði ella armband burturúr ymiskum perlum
Kahoot kapping fyri størri børn, krevur snildfon
Spennandi granskarasøgur um piss:
– Kunnu fornfrøðingar finna piss?
– Pissa fuglar?
Ville og kyktini:
– Kom heilt tætt at føroysku kyktunum við einari sjóneyku
Lokumsgraffiti:
– Eitt nátthús har børnini hava møguleika at royna seg við lokumgraffiti.
Framsýning:
– Alt gott og gamalt