Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2026 19:28

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

Lesarabræv

Eg vil fegin takka Sylivu Thomsen fyri eina sakliga og viðkomandi grein um bústaðarneyðina. Tað er eingin ivi um, at bústaðarmangulin er ein av størstu avbjóðingunum, sum vit hava í Føroyum í dag. Vit eru eisini samd um nógv av tí, tú lýsir. Vit vilja hava fleiri bústaðir, betri møguleikar hjá ungum at seta búgv, og fleiri føroyingar heimaftur úr útlandinum. Tað eru týdningarmikil mál. 

Har vit kanska eru ósamd, er í spurninginum um ognarskatt.

Tú setur spurningin, um tað í Føroyum loysir seg betur at eiga enn at arbeiða. Men eg haldi, at útgangsstøðið eigur at vera eitt annað: Eigur tað at verða revsað við skattum at spara saman, taka váða og gera íløgur?

Fólkaflokkurin hevur altíð havt ta greiðu áskoðan, at skatturin á arbeiði er ov høgur, ikki at skatturin á ogn er ov lágur. Tá eitt fólk arbeiðir, rindar tað inntøkuskatt. Síðani rindar tað avgjøld av tí, sum keypt verður. Tað, sum verður eftir, verður ofta spart upp gjøgnum eitt langt arbeiðslív til hús, íløgu ella tryggleika á ellisárunum. Tá virðini síðani vaksa, halda vit ikki, at loysnin er at leggja nýggjar skattir á tey virðini.

Tað hevði í veruleikanum verið ein skattur á tey, sum hava arbeitt hart, spart saman og fingið nakað burtur úr sínum stríði.

Tú sigur, at ein bústaður ikki er tað sama sum ein íløga. Tað er rætt. Men júst tí eigur tað almenna eisini at vísa varsemi. Fastogn er ofta úrslitið av áratíggjum av arbeiði, lántøku og fíggjarligum ábyrgdarfullum hugburði. Hjá nógvum føroyingum er eginognin í fastogn/sethúsum størsti parturin av uppsparingini. Tí síggja vit ikki ognarskatt sum eina rættvísa loysn.

Bústaðarneyðin kemur heldur ikki fyrst og fremst av, at fólk eiga ov nógv. Hon kemur av, at vit byggja ov lítið. Grundtrupulleikin er ikki eftirspurningurin. Grundtrupulleikin er útboðið.

Tá fólk kappast um ov fáar bústaðir, hækka prísirnir. Loysnin er tí at fáa fleiri bústaðir á marknaðin, gera bygging lættari og skjótari, økja útboði av grundstykkjum og minka um tær forðingar, sum gera tað dýrt at byggja í Føroyum. Tað er har, vit eiga at seta orkuna inn.

Hetta arbeiða vit við, og kemur eitt uppskot um afturbering af MVG, sum skal hjálpa teimun sum vilja byggja sær sín fyrsta bústað.

Tú nevnir eisini, at summi fáa vinning av virðisøking á bústaðnum. Tað er rætt. Men hin veruleikin er eisini, at nógv fólk hava stóra skuld í sínum bústaði og merkja avleiðingarnar, tá rentan hækkar, byggikostnaðurin veksur ella marknaðurin vendir. Vit eiga tí at ansa eftir at mála eina mynd av, at allir eigarar av fastogn eru vinnarar, meðan øll onnur eru taparar.

Fólkaflokkurin heldur framvegis fast við grundsjónarmiðið um, at tað skal loysa seg at arbeiða. Men okkara svar upp á tað er ikki hægri skattur á ogn. Okkara svar er lægri skattur á arbeiði, størri frælsi hjá borgarum at ráða yvir egnum pengum og ein bústaðarpolitikkur, sum førir til fleiri bústaðir heldur enn fleiri skattir.

Tað eru ikki skattir, sum byggja bústaðir. Tað gera menniskju, fyritøkur og íleggjarar.

Og tí eiga vit at skapa karmar, sum gera tað lættari at byggja, eiga og búgva í Føroyum, heldur enn at innføra nýggjar skattir á tey, sum longu hava tikið ábyrgd og gjørt sínar íløgur.

Árni Skaale
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin