Føroyska Sjómansmissiónin
Í nakrar dagar hevur farmaskipið Hav Nes ligið á Fuglafirði. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun og hevði jólapakkarnar við.
Tá skiparin, Andrias Sirdal, varð spurdur, hvat teir gjørdu á Fuglafirði, svaraði hann:
-Vit komu á Fuglafjørð við vøru til Havsbrún. Síðani hava vit ligið her, tí okkurt smávegis viðlíkahald skuldi gerast, og so hevur veðrið verið sera ófantaligt.
-Vit skulu til Íslands, men bíða til veðrið batnar. Tað hevur verið nógvur vindur og stór alda vestanfyri Føroyar. Um vit vóru farnir avstað, so hevði tað verið eitt øðiligt rull og vit koma nærum ongan veg, sigur hann.
Nú jólapakkarnir byrja at koma inn, er ætlanin at fáa teir umborð á skipini, tá tey koma í havn. Nøkur føroysk farmaskip eru sjáldan í Føroyum, og eru sum oftast burturi á jólum. Tí er tað gott høvi at fáa pakkarnar umborð, tá tey eru her, hóast tað eru fleiri vikur til jóla.
-Hava jólapakkarnir týdning?
-Ja, so avgjørt. Tað er altíð stuttligt og fløvandi at fáa pakka og ikki minst á jólum. Føroyingarnir eru glaðir fyri pakkarnar, og filipinarnir ikki minni. Teir eru væl longri umborð enn vit og eru væl longri heimanífrá, og tí fegnast teir eisini stórliga um pakkarnar, sigur Andrias.
-Flestu okkara, sum eru umborð nú, vera eisini umborð á jólum. Tá verða vit tríggir føroyingar og fýra filipinar, sigur hann.
-Hava tit jólaløtu jólaaftan?
-Jú, tað vóna vit. Samstundis hava umstøðurnar nógv at siga, um vit sigla, hvussu veðrið er ella um vit liggja við bryggju. Tað skal helst vera tíð og umstøður til at hava jólaløtuna – um hon skal vera, sigur Andrias.
Magnus Pauli Lassen, er stýrimaður, og er á síni fyrstu útmynstring við Hav Nes. Hann hevur starvast í oljuvinnuni frammanundan.
-Hvør er munur at sigla í oljuvinnuni og so í farmavinnuni?
-Størsti munur er óivað, at í farmavinnuni siglir skipið til fleiri lond og havnir, meðan oljuvinnan er meiri bundin til ávísar býir og støð. Harafturat er farmurin ymiskur, sigur Magnus Pauli.
Tá manningin var savnað til myndatøku, varð bøn biðin til Guds fyri skipi, manning,…
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!