Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2026 08:44

Privata eftirlønaruppsparingin var 15,9 mia. kr. í 2025

Landsbanki Føroya

Privata eftirlønaruppsparingin í føroyskum pensjónsfeløgum og bankum, var við ársenda 2025 12,4 mia. kr. (mynd 1). Av hesum vóru 2/3 forskattaðar og 1/3, ið skulu skattast við útgjald. Menninir áttu 7,3 mia. kr. og kvinnurnar 5,1 mia. kr. av teimum 12,4 mia. kr. tilsamans. Eftirlønaruppsparingarnar í Føroyum øktust við 1 mia. kr. ella við 9% frá 2024 til 2025.

Harafturat áttu føroyingar privatar eftirlønaruppsparingar í donskum pensjónsfeløgum fyri 3,5 mia. kr. í 2025. Samlaða privata eftirlønaruppsparingin var tí 15,9 mia. kr. ella 54% av BTÚ í 2025.

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.