Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.09.2026 08:34

Tjaldur og EB kasta saman

Hondbóltsfelagið Tjaldur og EB hava tikið avgerð at kasta saman tá ið tað kemur til vaksmannahondbólt hjá kvinnum.

Hondbóltsfelagið Tjaldur skrivar:

Fyri trimum árum síðani luttóku vit aftur í 1.deild eftir alt ov langa tíð uttan lið í vaksnamannadeild.

Nakrir góðir árgangir við gentum komu í ein aldur, har nýggjar avbjóðingar skuldu til, og at luttaka í kappingini í 1.deild var eitt gott stað at byrja.

Hesi trý árini eru leikararnir nógv mentir. Felagið hevur havt góðar venjarar, og tað hevur flutt liðið og felagið annars stór fet rætta vegin.

Hóast menningin hevur verið eyðsýnd, so er tað avbjóðandi at taka seinasta fetið – fetið upp í SMS deildina.

Tí eru vit farin í samstarv við EB.

Hetta samstarvið gevur ógvuliga góða meining fyri bæði feløgini.

Samstarvið ber við sær, at leikarar hjá báðum feløgum venja bæði saman og hvørt sær. Soleiðis koma nakrir av okkara leikarum at leika við SMSliðnum hjá EB, meðan nakrir av teirra leikarum koma at leika við okkara liði í 1.deild. Heimadystirnir hjá SMS verða á Eiði, meðan 1.deild spælir heimadystirnar í Runavík.

Fríggjadagin 04.09 eru fyrstu dystirnir í hesum kappingarárinum á skránni, tá fyrst SMS liðið hjá EB og síðani 1.deildarliðið hjá Tjaldur møta Neistanum á Hálsi í Havn. SMS spælir klokkan 19:00 og 1.deild spælir kl 20:30.

Hetta verður eitt ógvuliga spennandi ár hjá okkum í Hondbóltsfelagnum Tjaldur.