Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.01.2023 16:38

Títt Rúm 10 ár

Mynd: Trúboðin

Blái Krossur hátíðarheldur 10 ára føðingardagin hjá Títt Rúm.
Títt Rúm byrjaði í 2012, sum ein lítil verkætlan undir heitinum “Øll hava rætt til góð barnaár”.

Verkætlanin hevur ment seg til eitt støðugt tilboð, og í 2021 broytti tilboðið navn til Títt Rúm. Títt Rúm er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava rúsbundin foreldur, og familjur teirra.

Títt Rúm bjóðar samrøður, ráðgeving, familjuviðgerð og bólkar.

Øll innsløg verða í nýggju ungdómshølunum “Hollywood” hjá Bláa Krossi Føroya í Niels Finsensgøtu 20 í Tórshavn.

Opið hús verður í hølunum hjá Títt Rúm í Kongagøtu 8 í Tórshavn fríggjadagin 20. januar kl. 12.00-13.00 og kl. 15.00-16.00, har møguleiki er fyri at síggja, hvar Títt Rúm heldur til og hevur sítt virksemi.