Mynd: Tim Christensen
Forsangarin og frontmaðurin í kenda danska rokkbólkinum, Dizzy Mizz Lizzy, er nú lendur í Føroyum, har hann fer at spæla tvær konsertir. Tim Christensen hevur júst kunngjørt eina stóra konsertferð í Danmark, so hetta er tær fyrstu av nógvum konsertum hjá honum í ár. Hann fer at spæla egin løg og sjálvsagt eisini onkur Dizzy Mizz Lizzy løg, tó verður alt akustiskt og konsertirnar eru skipaðar sum sitikonsertir.
Hann hevur eina konsert í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld (hóskvøldið) kl 20.00 og eina konsert í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið (Dýra Biðidag) kl 20.00.
Konsertin í Norðurlandahúsinum var útseld, men har eru nú einkult setur tøk á nlh.fo. Konsertin í Mentanarhúsinum er ikki útseld enn og atgongumerki eru tøk á atgongumerki.fo.
