Føroya Reiðarafelag
ICES hevur nú kunngjørt tilmælið fyri gulllaks í føroyskum og bretskum sjógvi fyri 2026. Mælt verður til, at veiðan ikki verður størri enn 18.441 tons, og tað er ein lítil lækking uppá 2,8% í mun til tilmælið fyri 2025. Tilmælið hjá ICES er galdandi fyri føroyskan sjógv (5b) umframt økið vestanfyri Skotland (6a).
Kvotan hjá føroyskum skipum í 2025 er 13.700 tons, og higartil í ár hava skipini fiskað umleið 7.600 tons av gulllaksi. Tað vil siga, at gott og væl helmingurin av kvotuni er fiskað higartil. Sum skilst hevur fiskiskapurin hilnast hampuliga væl higartil í ár, men vertíðin er ikki liðug enn.
Í 2024 varð kvotan 12.800 tons, og tá vórðu veidd 10.125 tons, sum er ein rímiliga góð gagnnýtsla av kvotuni. Tey føroysku skipini, sum fiska gulllaks, eru Polarhav og Stjørnan, Fulgberg og Skoraberg umframt Eysturbúgvin og Vesturbúgvin. Tað mesta av gulllaksinum verður landað til Tavuna í Leirvík.