Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.09.2026 13:48

Ein sjófarandi tjóð uttan egið vaktarskip

Tjaldrið sum er 50 ára gamalt, hevur javnan ligið við bryggju á Toftum: Mynd: Eyp.fo

Eyp grein

Føroyar hava ein av heimsins mest framkomnu fiskiflotum, ein stóran handilsflota og ein búskap, sum í stóran mun er bygdur á havið. Kortini hava vit í løtuni einki føroyskt vaktar- og bjargingarskip tøkt. Brimil liggur til umvælingar, og 50 ára gamla Tjaldrið hevur fingið so álvarsligan motorskaða, at eykalutir mugu gerast av nýggjum. Støðan er ikki bara pínlig. Hon kann gerast vandamikil.

Føroyar eru ein sjófarandi tjóð. Hvønn einasta dag eru stór uppsjóvarskip, trolarar, línuskip, farmaskip, alibátar og hundraðtals smærri vinnu- og frítíðarbátar í føroyskum sjóøki.

Tey sigla alt árið og í øllum veðri. Samstundis liggja bæði føroysku vaktar- og bjargingarskipini við bryggju.

Brimil er farin til eitt stórt og drúgt umvælingararbeiði og verður eftir ætlan ikki aftur í sigling fyrr enn um miðjan oktober. Tjaldrið fekk motorskaða, júst tá skipið skuldi røkja uppgávurnar hjá Brimli. Nær Tjaldrið kann loysa aftur, er óvist.

Sostatt hevur Vørn í løtuni einki egið skip tøkt til tær uppgávur, sum Brimil og Tjaldrið vanliga røkja.

Eitt 50 ára gamalt vaktarskip

Tjaldrið varð bygt í Noregi í 1976 og kom til Føroya 14. juli sama ár. Tað var fyrsta veruliga føroyska sjóverjuskipið og varð tá mett sum eitt stórt framstig fyri føroyskt sjálvræði á havinum.

Skipið er 44,5 metrar langt og hevur í hálva øld røkt fiskiveiðieftirlit, bjarging, sleip, tilbúgving og aðrar uppgávur á sjónum. Men Tjaldrið er nú vorðið so gamalt, at vanligir eykalutir til høvuðsmotorin ikki longur fáast. Tá motorskaðin kom í august, mátti Vørn leita eftir fyritøkum, sum kunnu gera neyðugu lutirnar frá grundini. 

Brimil er yngri, men heldur ikki nýtt. Skipið varð bygt í 2000, meðan maskinurnar eru frá 1999. Tað er knappar 60 metrar langt og hevur verið høvuðsskipið í føroysku vaktar- og bjargingartænastuni í meira enn 25 ár. Nú krevur tað stórt viðlíkahald og umvælingar. 

Tað er sjálvsagt, at skip skulu til eftirlit og umvælingar. Tað óskiljandi er, at føroyska tilbúgvingin er so veik, at ein ætlað umvæling og eitt óvæntað maskinbrek kunnu leggja allan føroyska vaktarskipaflotan lamnan.

Her sæst Brimil, sum er bygdur í 2000, liggja við bryggju á Skála fyri nøkrum árum síðani. Mynd: Eyp.fo
Onnur mugu loysa okkara uppgávur

Vørn hevur biðið Arktisk Kommando um hjálp. Danska sjóverjuskipið Lauge Koch hevur røkt vaktar- og bjargingartænastu í føroyskum sjógvi, og danska verjan hevur lovað, at í minsta lagi eitt danskt skip verður í økinum, til annað føroyska skipið er aftur í sigling.

Hetta samstarvið er bæði neyðugt og kærkomið. Men tað broytir ikki grundleggjandi trupulleikan: Føroyar eru ikki sjálvar førar fyri at halda sína egnu sjóverju koyrandi.

Tá hernaðarvenjing varð fyrireikað í Vestmannasundi í september, mátti Vørn leiga fiskiskip, tí hvørki Brimil ella Tjaldrið kundu taka lut. 

Og tá farmaskipið Arnarfell fekk maskinbrek eystan fyri Føroyar fyri nøkrum døgum síðani, vóru tað heldur ikki føroysku vaktarskipini, sum fóru til hjálpar. Samskip vendi sær til reiðaríið P/F varðan hjá uppsjóvarskipinum Gøtunes um hjálp.

Manningin á Gøtunesi eigur stóra tøkk fyri avrikið. Men hendingin vísir eisini, hvussu viðbrekin skipanin er. Eitt fiskiskip noyddist at leggja sína egnu vinnuligu sigling til viks og átaka sær eina uppgávu, sum eitt virkið vaktar- og bjargingarskip vanliga hevði verið sjálvsagt at sent út.

Um vanlukkan rakar

Í hesum førinum endaði alt væl. Men ein komandi hending kann vera nógv álvarsligari.

Hvat um eitt ferðamannaskip fær trupulleikar nær landi? Hvat um ein trolari søkkur við fullari manning í ringum veðri? Hvat um eitt stórt tangaskip rennur á land, og hundraðtals ella túsundtals tons av olju leka út á sjógv?

Í einari sjóvanlukku hava minuttir og tímar avgerandi týdning. Tyrlan hjá Atlantic Airways, bjargingarbátarnir, Arktisk Kommando og onnur skip kunnu øll vera partur av einari bjarging. Men tey kunnu ikki altíð gera arbeiðið hjá einum stórum vaktar- og bjargingarskipi.

Eitt slíkt skip kann vera leingi á staðnum, taka fólk umborð, sleipa, pumpa, sløkkja eld, flyta útgerð og virka sum leiðslu- og arbeiðspallur mitt á havinum. Ein tyrla hevur avmarkaða flúgvitíð, og eitt fiskiskip er hvørki bygt, útgjørt ella mannað sum eitt tilbúgvingarskip.

Við einari stórari oljudálking kann seinkingin gerast avgerandi. Olja kann skjótt breiða seg við vindi og ráki, raka alibrúk, fiskileiðir, fuglabjørg og strendur. Skaðin kann gerast bæði vistfrøðiligur og búskaparligur og kosta samfelagnum hundraðtals milliónir krónur.

At vóna, at eitt danskt verjuskip, Jákup Sverri ella eitt tilvildarligt vinnuskip er nóg nær, tá ið vanlukkan hendir, er ikki ein fullgóð føroysk tilbúgvingarætlan.

Brimil sleipar føroyskt fiskiskip til lands á heysti í 2024. Mynd: Eyp.fo
Ávaringarnar eru ikki nýggjar

Støðan er ikki komin óvart á nakran.

Í fleiri ár hava fakfólk og politikarar víst á, at Tjaldrið er ov gamalt og má avloysast. Í 2022 varð møguleikin umrøddur at keypa eitt norskt vaktarskip. Tá varð sagt, at eingin endalig avgerð var tikin, og óvist var, um peningur fór at verða játtaður. 

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 vóru fýra milliónir krónur settar av í 2024 og aðrar fýra milliónir í 2025 til at fyrireika og projektera eitt nýtt skip fyri Tjaldrið. 

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 stóð, at farið skuldi verða undir at útvega nýtt vaktarskip í 2025. Men samstundis varð staðfest, at eingir pengar vóru tøkir til sjálvt skipið í 2024. 

Í ólavsøkurøðu løgmans í 2025 varð aftur gjørt vart við, at Tjaldrið var 49 ára gamalt og Brimil 25 ára gamalt. Kortini kom eingin endalig bílegging av einum nýggjum skipi. 

Nú, eftir at bæði skipini eru løgst, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, at nýtt vaktarskip skal takast við í fíggjarlógina fyri 2027 og í langtíðar løguætlanina.

Men orðini minna nógv um tað, sum áður er sagt. Fyrireikingar, kanningar og framtíðarætlanir eru ikki tað sama sum ein undirskrivaður sáttmáli og eitt ásett avhendingarár.

Ein skomm fyri eina fiskivinnutjóð

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, hevur sagt, at flotin ikki er nóg tryggur uttan vaktar- og bjargingarskip. Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, hevur víst á, at politiska skipanin ár eftir ár hevur fingið at vita, at skipini eru gomul og niðurslitin.

Føroyar hava ráð til tunlar fyri milliardir, nýggj virkir, stór alibrúk og ein nýmótans flota, sum siglir um allan heim. Føroyskar fyritøkur byggja og keypa skip fyri hundraðtals milliónir krónur, tí tær vita, at rakstrartrygd, arbeiðsumhvørvi og nútímans tøkni eru treytir fyri at reka vinnu á sjónum.

Men landið sjálvt hevur latið eitt 50 ára gamalt vaktarskip halda fram, til eykalutir ikki longur kunnu keypast.

Tað er valla mangul upp á vitan, ávaringar ella fíggjarliga megi, sum hevur ført okkum higar. Tað er manglandi politisk raðfesting.

Nú mugu orð gerast til handling

Føroyar hava tørv á einari langtíðarætlan, sum tryggjar, at minst eitt fullført vaktar- og bjargingarskip altíð er tøkt – eisini tá hitt skipið er til eftirlit, umvæling ella fær óvæntað brek.

Eitt nýtt skip fyri Tjaldrið eigur ikki longur at vera ein leys ætlan í einari komandi fíggjarlóg. Verkætlanin eigur at fáa eina greiða játtan, tíðarætlan og politiska ábyrgd. Samstundis má ein ítøkilig bráðfeingisavtala tryggja nøktandi tilbúgving, til nýggja skipið er komið.

Tí spurningurin er ikki, um ein nýggj álvarslig hending fer at raka í føroyskum sjógvi. Spurningurin er, nær hon rakar – og um vit tá aftur noyðast at vóna, at onkur annar er nóg nær til at koma okkum til hjálpar.

Fyri eina tjóð, sum livir av havinum, er núverandi støða pínlig.

Spjaldur