Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.09.2026 11:39

“Lokkarin í nýggjum klæðum…”

Tíðindaskriv/Kris

Her er skráin til ráðstevnuna, ið verður í NLH tann 27. oktober.

Ráðstevnan er ætlað øllum, sum á ein ella annan hátt arbeiða við ungum og eisini vaksnum persónum. Eisini er ráðstevnan ætlað foreldrum og avvarðandi. Endmálið er: at luttakarar fáa eitt betri forstáilsi av lokking, hvat tað er og hvussu tað gongur fyri seg. Harumframt fær luttakarin eisini betri forstáilsi um tey seinárin, sum persónar, ið hava upplivað slíkan ágang, stríðast við.

Skráin er fjølbroytt, tað eru kendir fyrilestrarhaldarar úr Danmark og Noreg, umframt at Føroya Politi og SSP luttaka. Eisini vera Almanna-og bústaðarmálaráðið og Lóður við á ráðstevnuni. Lóður kemur at leggja úrslitini, frá eini nýggjari kanning, fram hendan dagin. Ráðstevnan er ætlað til fakfólki av øllum slag – og eisini ætlað foreldrum og avvarðandi.

Til ber at melda seg til ráðstevnuna við at skriva teldupost til kris@kris.fo ella á heimasíðuni hjá NLH.

Spjaldur