Mynd: B68
Føroysku feløguni eru so smátt farin í gongd við fyrireikinginar til komandi kappingarár 2023.
Á Toftum hjá B68 við Jákup á Borg við róðrið er einki undantak, har venjingarnar eisini farnar av bakkastokki.
Í góðveðrinum í gjárskvøldið vandu menn hugagóðir, samstundis at tveir ungir leikarar úr høvðusstaðnum vóru til royndarvenjing. Talan er um 22 ára gamla Villiam Emil Klein, sum síðsta ár skeyt 13 mál í 1. deild fyri Undrið FF og verjuleikarin Fróða Pætursson Rasmussen, sum leikti fyri FC Hoyvík í fjør.
Deil á Facebook