Mynd: Thetis.fo
Eysturoyarportalurin skilur, at kanningarfyritøkan Thestis flytir inn til Eysturoynna, har hon hevur keypt ein vinnubyggning í Saltangará. Tað snýr seg um gomlu fotobúðina hjá Judith, har hon helt til fyrr.
Eysturoyarportalurin hevur verið í samband við Maritu Debess Magnussen, stjóra á Thestis, sum váttar tíðindini.
Hon sigur, at tey hava keypt byggningin og fer eisini nógv av Thestis toyminum at flyta við. Hóast tey eisini fara at húsast í verandi hølum í Tórshavn.
Hon sigur, at nógv flestu av kundunum hjá Thestis eru úr antin Norðoyggjum og Eysturoynni. Tí er tað natúrligt at flyta, og liggja nærri kundunum.
Ætlanini er at lata upp einaferð tíðliga í 2023.
Deil á Facebook