Børn úr Dagstovninum Gjáa í Gøtugjógv sluppu í dag ein heldur ørvísi túr, tá ið tey sluppu við sløkkiliðsbilinum hjá Eysturkommunu, har átaksleiðarin Gunnar Olsen, eisini nevndur “Sløkki Sam” millum tey smáu, varð ferðaleiðari.
Koyrt varð runt í kommununi og við bæði blunkum og ýlið og eisini varð vitja í Dagstovninum Gjáa har hini børnini á dagstovninum sluppu at síggja bilin og heilsa uppá.
Túrurin endaði í Boviling í Leirvík har tey fingu pitsa.