Sjóvar Kommuna
Týskvøldið 2. juli var bókaframløga í kirkjuhúsinum við Sjógv, um nýggju bókina “Tær góvu lív” – um kvinnur, sum doyðu í barsilssong.
Nógv fólk vóru komin at lurta eftir hvat Rigmor Restorff Dam hevði at siga um nýggju bókina sum hon hevur skriva.
Løtan byrjaði við at Rigmor bjóðaði øllum vælkomin. Síðani var sangframførðsla við Tórfríð Tausen og Niklas Hera Jákupsson.
Tá tey høvdu sungið 2 sangir, legði Rigmor framm um bókina, um upprunan til bókina, hvussu hon hevur arbeitt, og hvussu tíðin var í tíðarskeiðinum, hon hevur valt at skriva um.
Eftir frammløguna var bjóða til kaffi og kaku í Sjóvarstovu, har Rigmor signeraði, fyri teimum sum keyptu bókina.
Deil á Facebook