Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.10.2022 16:33

Súni í Hjøllum “Vænti at B68 vinnur 2-1”

Mynd: Súni í Hjøllum

Eysturoyarportalurin hevur tosa við borgarstjóran í Nes Kommunu Súni í Hjøllum, um dystin millum grannakommunurnar báðar, sum verður sunnudagin við Løkin. Ein dystur, sum nokk flest eygu fara at verða vend eftir.

Hvussu hevur hendan vikan verið hjá borgarstjóranum nú ein av mest spennandi dystum í nýggjari tíð skal spælast sunnudagin?

Ein vanlig arbeiðsvika sum so, men prátið millum fólk er merkt av, at ein sera, sera spennandi dystur, ársins mest spennanadi dystur, er sunnudagin.

Hvussu hevur borgarstjórin verið nøgdur við kappingarárið higartil?

Kappingarárið hevur verið eitt sindur strævið hjá okkum, tí skaðar hava darvað fleiri leikarum. Hetta er helst ein orsøk til eitt sindur misjøvn úrslit.  Eydnast B68 at varðveita sæti í bestu deildini, so er kappingarárið góðkent.

Hvat týðning hevur tað fyri Nes kommunu at B68 klára at verða verandi í bestu deildini?

B68 hevur eina stolta søgu í bestu deildini við meistaraheitunum í 1984, 1985 og 1992. Í mong ár var flaggskipið hjá B68 annars millum tey fremstu í landinum. Í nøkur ár lá felagið í tungum sjógvi, men so bragdaði aftur, og hetta er annað árið á rað, at B68 er í bestu deildini. Tað hevur stóran týdning fyri lokalsamfalgið, gevur samanhald og eggjar okkum øllum at gera nakað eyka fyri at fáa tað at bera til. Øll, sum vilja felagnum væl, arbeiða hart fyri at fáa tað at bera til. Øll vilja umboða felagið og lokalsamfelagið so væl sum gjørligt. Tey, sum hava staðið á odda fyri felagnum, hava gjørt eitt megnar arbeiði, og Nes kommuna hevur eisini eftir førimuni roynt at vera ein góður viðleikari og betra um umstøðurnar á Svangaskarði.

Tað er hugaligt at síggja, hvussu samanhald gevur styrki.

Hvat fyri dyst væntar borgarstjórin sunnudagin?

Vænti, at dysturin sunnudagin verður bæði javnur og spennandi. Vænti, at hetta fer at minna okkum aftur á góðar gamlar dagar, tá ið grannauppgerðirnar vóru í hæddini. Eg veit, at okkara venjarar og leikarar hava stóra virðing fyri mótstøðuliðnum, so teir fyrireika seg væl, standa saman og arbeiða hart fyri at vinna hendan dystin, sum er so avgerandi.

Og til seinast, hvat vónar/tippar borgarstjórin?

Vænti at B68 vinnur 2-1