Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.11.2024 09:15

Sunda kommuna lækkar skattin og hækkar barnafrádráttin

Sunda Kommuna

Frá 1. januar 2025 verður skattaprosentið í Sunda kommunu lækkað við 0,5%-stigum, úr 20,95% niður í 20,45%. Samstundis hækkar barnafrádrátturin við 1.500 kr., úr 6.500 kr. til 8.000 kr. fyri hvørt barnið.

Á býráðsfundinum varð málið umrøtt um at lækka skattin og hækka barnafrádráttin við breiðari undirtøku í øllum nevndum. Eitt broytingaruppskot um at lækka skattin við 0,5%-stigum heldur enn 0,25%-stigum, ið varð tilmælt, varð samtykt.

Broytingin er ein týðandi liður í at lætta um fíggjarliga hjá borgarunum og barnafamiljum í Sunda kommunu.

Fleiri íløgur næsta ár

Fíggjarætlanin fyri 2025 umfatar íløgur fyri 45,6 milliónir krónur. Størstu verkætlanirnar fevna um:

  • Útstykkingar
  • Læknaviðtaluna við Norðskála
  • Hvalvíkar skúla
  • Spillvatnskipan í Tjørnuvík og Saksun
  • Vetrarfriðing
  • Kirkjugarðar við Norðskála og í Hósvík
  • Bátahyljar á Oyrarbakka og í Hósvík
  • Náttúrulundina
  • Vegir og lendisgøtur

Harumframt er dentur m.a. lagdur á at betra um uttanumøkið á dagstovnaøkinum, styrkja viðlíkahaldið av bygningum, og gera átøk innan tilbúgving, vinnuøki, fríðkan og grøna orkuskiftið, umframt at styrkja um veitingareindina.

Sunda kommuna arbeiðir støðugt við at skapa enn betri karmar og tænastur til okkara borgarar, og fíggjarætlanin fyri 2025 avspeglar hesa tilgongd.