Sjóvar kommuna
Leygarkvøldið 11. mai 2024 skipar St.Í.F fyri stórum summartiltaki á vøllinum við bygdarhúsið á Strondum.
Vøllurin verður hetta kvøldið karmur um tvær konsertir við tveimum av okkara mætastu tónleikabólkum – Høgna Lisberg og Týr.
Tað verður hugnaligt og familjuvinarligt, samstundis sum tað eisini verður garvilt og møguliga eitt sindur bygdasligt. Umframt tvær stórslignar konsertir, verður eisini okkurt á skránni til børnini, og ymiskur matur og annað gott verður til keyps.
Kostnaður fyri atgongumerki: kr. 295
Børn upp til 12 ár gjalda ikki.
Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo
Meir kunning um tiltakið kemur seinni.
Setið ein stóran kross í álmanakkan 11. mai 2024.
Deil á Facebook