Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.05.2023 12:26

Stuðulskonto til fríðkan (borgarainitiativ) – Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

Eins og undanfarna ár, hevur býráðið í Eysturkommunu sett pening av á fíggjarætlanini fyri 2023, sum gevur borgarum í kommununi møguleikan at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í Eysturkommunu.

Á fíggjarætlanini fyri 2023 eru kr. 100.000 settar av til endamálið.

Reglugerð fyri stuðulskonto til fríðkan

Eysturkommunu býráð hevur samtykt, at geva borgarum í kommununi loyvi at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í Eysturkommunu, sum eru alment gagnligar.

Dømi um smærri verkætlanir kunnu vera:

  • smærri gøtur
  • grøn økir
  • smærri trivnaðarøkir

Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum til at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.

Fyri at fáa játtaðan stuðul, skal verkætlanin í minsta lagi uppfylla fylgjandi treytir:

  • vera almenn gagnlig
  • hava eina kostnaðarmeting
  • hava eina tíðarætlan
  • stuðul umfatar tilfar og ikki arbeiðsløn

Umsóknarfreistin er 22. mai 2023.

Umsókn, sum lýsir endamálið við stuðlunum, kostnaðarmeting og tíðarætlan, verður at senda til eystur@eystur.fo