Mikukvøldið 27. september byrjar Stranda sangkór aftur at venja.
Hetta er triðja árið at kórið syngur við Ásbjørn Berthelsen sum kórleiðara. Kórið hevur sungið til ymisk tiltøk í bygdini umframt til stóru kórstevnuna hjá kórsambandi Føroya, sum í fjør var í Fuglafirði.
Kórið er tilboð undir Stranda kvøldskúla og er ætlað øllum, sum dámar væl at syngja. Tað serliga við hesum kvøldskúlatilboðnum er, at tað er ókeypis.
Kórvenjingin er hvørt mikukvøld klokkan 19.00 – 21.00.
Deil á Facebook