Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.05.2026 15:42

Strámenn spæla Guttesen á Country Festivalinum 2026

Tíðindaskirv/ Country Festivalurin

Strámenn spældu fyrstu ferð saman í 2018 til Grannakaffi í Miðvági. Tað vant so líðandi uppá seg við spælinum. Eftir hetta hava framførslur verið av ymiskum slagi gjøgnum. Á Contry Festivalinum byrjaði tað sum “syngi við” í tjaldinum við Countrygøtuna.

Atgongumerki fáast til sølu á www.country.fo

Seinastu tvey árini hava teir spælt á Stakkapalli. Tónleikaskráin fevnir um bluegrass, country og fólkatónleik. Í ár fara teir á pall at framføra, har øll løgini eru sangir hjá Jóan Jakku Guttesen, sála.

Hesuferð eru Strámenn:

Remi – gittar og sang

Michael – fiól og mandolin

John Edvin – bass

Marner – gittar og sang

Páll: banjo og sang

Árni – gittar og sang

Severin – harmoniku og ljómborð

Einar – trummur

“Country Festivalurin – Har Country hittini, hittast”