Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2026 10:44

Stórur eldskaði á bygningin hjá MEST á Skála (myndir)

Mynd: Eyp.fo

Gamla bedingshúsið hjá MEST á Skála fekk stóran skaða í eldinum í gjárskvøldið. Mouritz Mohr, stjóri í MEST, sigur við Eysturoyarportalin í morgun, at eldsbrunin væntandi ikki fer at órógva arbeiðið stórvegis á skipasmiðjuni.

Mouritz Mohr greiðir frá, at timburdeildin og eldeildin hildu til í gamla bygninginum. Málingagoymslan var í kjallaranum, men hagar náddi eldurin ikki.

Stjórin sigur seg vera harman um tað, sum hendi, men fegnast um, at eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.

Fyrstu boðini um eldin komu um hálvgum seks tíðina mikukvøldið. Tá ættin skifti og roykurin rak niðan móti bygdini, heitti løgreglan á íbúgvar á Skála um at lata vindeyguni aftur og bað fólk halda seg burtur frá økinum.

Sløkkiliðið hevði tamarhald á eldinum stutt fyri klokkan tíggju. Um hálvgum ellivu var eldurin sløktur, og sløkkiliðsfólk hildu fram at eftirsløkkja alla náttina.

Enn er ógreitt, hví eldurin kyknaði.

Myndir: Eyp.fo