Tíðindaskriv
“kann eg hava armin soleiðis her?”, “eg burdi keypt mær hús í bergen” og “tú pjøvist ikki at leggja alt tú hugsar á facebook” eru millum sangirnar, sum Dania O. Tausen fer at syngja á konsertini í Norðurlandahúsinum, 15. septembur, kl 20.
Konsertin er ein útgávukonsert í sambandi við nýggju plátuna hjá Daniu “ja/nei – og restin av vikuni”. Plátan er býtt upp í eina JA- og eina NEI-síðu og viðger trupulleikan at taka avgerðir og hava ábyrgd av sínum egnu mynstrum. Í sambandi við konsertina ber til at keypa sær LP-plátuna.
Vit kenna Daniu frá Skál, SWAY, Reality Bytes og Æðrasoppum. Í 2021 útgav hon sína fyrsta plátu, gonguteigatúnatos, sum Dania O. Tausen. Plátan fekk góða umrøðu. Hendan seinna plátan er, eins og fyrra, framleidd í Syðrugøtu hjá systkinabarninum, Benjamini Djurhuus, men hesaferð eisini saman við tónlistamanninum, Ragnari Finsson.
Við á konsertini eru: Dania O. Tausen (sang), Benjamin Djurhuus (gittar, kór), Ragnar Finsson (gittar, kór), Ari Johannesen (gittar, kór), Vár Miðberg (trummur, kór), Elin Maria Hansen (bass, kór) og Cantabile (kór).
Deil á Facebook