Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.08.2026 13:51

Støkk byrjar aftur

Mynd: Fimleikafelagið Støkk

Fimleikafelagið Støkk

Í sambandi við at breiddarfimleikurin byrjar aftur mánadagin 31. august, verður Støkkdagur í Bylgjuni leygardagin 29. august frá kl. 14-17. Her ber til at fáa hjálp til tilmelding, um tørvur er á tí.

Á skránni verður konsert við Bjarka V. Trondesen, maskotturin Salomon vitjar, børn kunnu royna ein amboðsbana, Støkkdraktin kann bíleggjast við avsláttri og kaffi & køka verður at fáa. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit síggjast á Støkkdegnum leygardagin 29. august.