Mynd: StÍF (Skíggjamynd)
Tað var spenningur til tað síðsta, tá mennirnir hjá StÍF í gjár vunnu fyrru hálvfinaluna á KÍF í høllini á Skála.
Eftir ein sera spennandi og tættan dyst vann StíF 29-27 á kollfirðingum. Hálvleiksstøðan var annars 14-15 til útiliðið. So munurin eftir fyrru steypahálvfinaluna er tvey mál.
Toppskjútti og dagsins leikari hjá StÍF var Bjarni í Selvindi við 11 málum.
Seinna hálvfinalan verður leikt í høllini í Kollafirið 19. februar kl. 16.00.
