Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.01.2023 20:25

StÍF vann á kollfirðingum

Mynd: StÍF

Menninir hjá StÍF kempaðu væl og spældu ein framúr dyst í dag. StíF vann ein sannførandi 32-26 ímóti KÍF.

Í høllini á Skála legði heimaliðið StÍF væl frá landi og skelkaði KÍF í fyrra hálvleiki. Eina løtu í fyrrhálvleiki var støðan heili 12-3 til StÍF. Í hálvleikinum var støðan 18-11 til heimaliðið. Spenningur kom ongantíð veruliga í dystin og vunnu strandingar dystin 32-26.

Toppskjúttar hjá StÍF gjørdust Djóni J. Petersen, Pætur Johansen og Bjarni í Selvindu við 6 málum hvør.