Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.07.2023 20:48

StÍF styrkir mansliðið

Mynd: Christian Bonde (StÍF)

StÍF

StÍF og danin Christian Bonde hava gjørt avtalu um, at hann fer at spæla við mansliðnum komandi kappingarár.

Christian er 23 ára gamal. Hann vaks upp í lítla danska býnum Odder. Christian hevur spælt hondbólt síðan hann var smádrongur. Hann gleðir seg at koma at spæla á StÍF-mansliðnum. Hann er ein sterkur strikuleikari og hevur spælt við Århus Elite håndbold; seinasta kappingarár spældi hann við 1. deild hjá Odder håndbold.