Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.09.2026 13:17

Artur Johansen settur sum fíggjarleiðara hjá Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna

Býráðið avgjørdi á fundi hóskvøldið í vikuni at seta Artur Johansen sum fíggjarleiðara hjá Runavíkar kommunu. Súni S. Kristiansen, ið hevur verið fíggjarleiðari í á leið tjúgu ár, fylti sjeyti ár fyri kortum og ynskti á tí mótinum at fara frá fyri aldur.

Artur er helst best kendur sum kommunalpolitikari í almenna rúminum. Hann var m.a. borgarstjóri í Sjóvar kommunu í 16 ár. Áðrenn tað var hann eftir barnaskúlan arbeiðsmaður og fiskimaður og útbúgvingarliga hevur hann fólkaskúlaprógv frá Stranda skúla í 1987, FHS-prógv frá Handilsskúlanum á Kambsdali í 1991, Hægri Handilsskúlaprógv frá sama skúla í 1993, lærubræv frá Sorinskrivaranum í 1995 og HD-Rokniskapur 1. & 2. partur frá Handilsskúlanum í Marknagili umvegis Århus School of Business í 2004 og 2006. Umframt at hava arbeitt hjá Sorinskrivaranum og Sjóvinnustýrinum sum málsviðgeri hevur hann virkað sum grannskoðari hjá KPMG (SPEKT) og sum fíggjarleiðari hjá Zacharias Leitisstein.

Artur Johansen er 56 ára gamal – føddur 1. juli 1970 á Strondum. Hann býr í heimbygdini saman við konuni Marjun, og tey hava fingið 5 børn. Í yngri árum var Artur kendur hondbóltsspælari á besta mansliðnum hjá StÍF og á landsliðnum, og hann hevur eisini fingist við tónleik og jarðarbrúk.

Artur byrjar í starvinum í næstum.