Føroyska dreingjalandsliðið vann í 1976 ein minniligan 1–0 sigur á Íslandi í Gundadali. Fyri teimum 1.081 áskoðarunum var hetta fyrstu ferð, at Føroyar vunnu ein fótbóltslandsdyst móti Íslandi.
Í morgin hittast hesir dreingirnir aftur, aftaná 50 ár síðani søguliga dystin, tá ið teir koma saman á Tórsvølli áðrenn A-landsdystin millum Føroyar og Kasakstan, har teir fara at minnast gamlar dagar og hyggja eftir landsdystinum saman.
Hesir føroysku dreingirnir, sum í dag eru tilkomnir menn, høvdu fyrireikað seg væl hetta árið í 1976.
Teir høvdu vant saman og sæð fram til at vera við í einari norðurlendskari fótbóltskapping, men sluppu ikki við tí hini norðurlodini ikki vildu hava teir við. Íslendska liðið steðgaði tó í Føroyum á veg til sjálva kappingina, og har fingu føroyingarnir høvi at vísa, hvat teir dugdu.
Byrjanin í dystinum var trupul. Føroysku spælararnir vóru nakað fjáltursstungnir, og Ísland hevði bóltin mest og skapti eisini fleiri vandamiklar støður í fyrra hálvleiki. Málverjin Reinhold Isaksen og føroyska verjan hildu tó málið reint. Og so við og við fingu føroyingarnir betri tak á spælinum, og hálvleiksstøðan var 0–0.
Eftir steðgin tóku føroyingarnir yvir á miðvøllinum og trýstu íslendingarnar. Tá seks minuttir vóru eftir, fekk Hans Sørensen eina sending frá Páll Gregersen og fór tuskandi móti málinum. Hann varð feldur í brotsteiginum, og dómarin dømdi brotsspark til Føroyar.
Mikkjal Danielsen úr MB, sum seinni gjørdist heimskendur áftaná sigurin á Eysturríki í 1990, legði bóltin á blettin og skoraði trygt til 1–0. Ísland trýsti seinastu løtuna, men føroyska liðið megnaði at standa ímóti. Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, kundu spælarar og áskoðarar fegnast um ein søguligan føroyskan sigur.
Venjarin Jóhan Nielsen var væl nøgdur við dystin. Hann hevði lagt upp til eina varliga byrjan, tí føroyingarnir kendu lítið til íslendska liðið.
Hetta var eisini fyrstu ferð at, Jóhan Nielsen royndi eina nýggja spælskipan – nemliga 3-5-2.
Sigurin vísti, at føroysku dreingirnir kundu standa seg móti teimum “stóru”, hóast teir ikki sluppu við til norðurlendsku kappingina.
Fyri føroyskan fótbólt gjørdist hetta meira enn ein vanligur venjingardystur. Dreingirnir høvdu fingið ein møguleika at royna seg – og nýttu hann til at skriva fótbóltssøgu.
Teir í vóru við hendan dagin tann 17. juli í 1976 vóru:
Venjari Jóhan Nielsen.
Leikarar:
Albert Ellefsen (MB)
Mikkjal Danielsen (MB)
Birgir Hansen (HB)
Heðin Askham (HB)
Magni Dybzak (HB)
Hans Jákup Poulsen (HB)
Helgi Olsen (HB)
Finn Hansen (HB)
Hans Sørensen (TB)
Per Strøm (TB)
Reinhold Isaksen (GÍ)
Jógvan Gregersen (GÍ)
Páll Gregersen (GÍ) liðskipari
Dánjal Jarnskor (GÍ)
Ólavur Biskupsstøð (KÍ)
Arnhold Johansen (Skála)