Mynd: StÍF
Kl. 14.00 í dag tóku StÍF kvinnurnar ímóti oddaliðinum H71 úr Hoyvík. Hóast stóra munin á stigatalvuni, so sást tað ikki aftur á vøllinum. Kvinnurnar hjá StÍF taptu 30-35, har tað stríddust væl tær allan dystin og spenningurin helt sær so at siga alla tíðina. Støðan í hálvleikinum var 13-16 til útiliðið.
Toppskjúttin og dagsins leikari við heili 17 málum gjørdist Rebekka Justinussen hjá StÍF.
Næsti dystur hjá StÍF kvinnum verður 12. februar í høllini á Skála móti VÍF.
Deil á Facebook