Mynd: Skýggjamynd StÍF
H71 var í dag á vitjan hjá StÍF á Skála. Ein dystur sum fekk ein dramatiskan enda.
Støðan í hálvleikinum var 11-15 til útiliði H71. Hoyvíkingar førdu allan dystin, og vóru eisini eitt skifti í seinna hálvleiki á odda við heili sjey málum.
Strandingar stríddu seg aftur í dystinum, og fingu í seinasta minutti møguleika at javna. Tá sjey sekund vóru eftir kundi StÍF fara í álop fyri at javna, og tað eydnaðist eisini teimum.
Martin Danielsen skeyt síðsta málið í allar seinasta sekundið í dystinum til úrslitið 26-26.
Næsti dystur hjá StÍF er á heimavølli móti VÍF leygardagin 24. september, 16:00.
Deil á Facebook