Nú styttist til ársins steypafinalu 2023, tá ið mennirnir hjá B68 og HB bresta saman.
Finalan um løgmanssteypið verður leikt leygardagin á Tórsvølli. Og tað verður Kári á Høvdanum, sum bríkslar hana í gongd kl. 17.00.
Í Nes kommunu er upphitingin til finaluna byrja. Veruligur fótbóltsfebur herjar í kommununi, nú felagið fyri fyrstu ferð í 28 ár er í løgmansfinaluni.
Leikrarar hjá besta liðnum, hava seinastu dagarnar verið og vitja tey smæstu í kommununi, har vitja hevur verið í barnagarðinum og frítíðarskúlanum.
Sí video av vitjanini, har øll, bæði stór og smá, klødd í reyðum hugnaður sær við sangi og herrópum.
Deil á Facebook