Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.12.2024 11:29

Sterki borgarstjórin av Langanesi á Glyvrum

Tórbjørn Jacobsen á kommunuskrivstovuni á Heiðavegi 26 í Saltangará (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Grein/Eyp

-Eg eri væl nøgdur við valið.

Soleiðis eru fyrstu orðini, nú Eysturoyarportalurin er farin á gátt á Heiðavegi 26 í Saltangará, á kommunuskrivstovuni, har borgarstjórin av Langanesi situr og bíðar.

-Men aftaná hetta, so er eisini 100% liðugt! 

Er hann skjótur at leggja afturat. Og sipar til, at hetta er hansara síðsta skeið í kommununi. 

-Aldurin er komin hertil, samstundis sum at man skal ikki sita ov leingi. Tað gevur onga meining at sita til ein verður 80 ára gamal, bara fyri at sita.

-Nýggj fólk við nýggjum hugskotum og visiónum mugu eisini sleppa framat. 

Og hann vísir samstundis á, at sjálvandi fara tey ungu, sum standa og bíða eftir at skipa framtíðina eftir sínum høvdi og visiónum, at halda seg framat valdinum og seta síni fingramerki á menningina frameftir. Men í sama viðfangi heldur hann eisini fyri: “Vónandi halda tey fast um eina kós, har ið rúm verður fyri øllum, líkamikið hvussu reykurin nú einaferð stendur á fólki, á øllum mótum.”

Skipsførarin av Glyvrum

Tórbjørn Jacobsen er føddur í Danmørk, men er uppvaksin í Grógv í Syðrugøtu. Pápin gekk á navigatiónsskúla í Marstal. Og tað var í Danmark, á oynni Ærø, í býnum Ærøskøbing, at Tórbjørn sá dagsins ljós á fyrsta sinni á heysti í 1955.

Hann er sonur Arnbjørg og Jóan Jacob Jacobsen. Mamman, Arnbjørg, er ættað úr Syðrugøtu, dóttir Suffíu og Jóan Elias Gregersen, og tað varð eisini her at hann vaks upp og sleit sínar barnaskógvar. Pápin, JóanJacob, varð ættaður av Glyvrum, og varð tað eisini her at tey seinni settu búgv. Foreldrini bygdu hús á Glyvrum –  fyri uttan Garðar – og tað varð her at hann kom at búgva, eftir at hann hevði gingið fyrstu skúlaár síni við Gøtugjógv.

Miðskeiðis í tjúguárunum gjørdist hann skipsstjóri, og sigldi í 20 ár sum skipari á heimshøvunum. Eftir tað hevur hann í stóran mun ferðast á bonaðu gólvunum bæði á Løgtingi, í Tinganesi og á Fólkatingi, ávikavíst sum løgtingsmaður, landsstýrismaður og fólkatingsmaður.

Eftir tað gjørdist hann í august 2010 havnameistari við Runavíkar Havn, í 2013 gjørdist hann varaborgarstjóri hjá Magnusi Rasmussen og seinastu 9 árini – síðan 1. januar 2016 – hevur hann sitið við stýrisvølin í triðstørstu kommununi í landinum.

Tað er heldur ikki óvanligt at síggja borgarstjóran í Runavíkar kommunu, í vikuskiftum, antin standa í Sarpugerði og hyggja eftir Víkingi, ella sita millum áskoðararnar í skýlinum við Løkin og rópa á NSÍ. So sterkir eru ættartræðrirnir, bæði til Syðrugøtu og Glyvrar.

Um fýra ár hevur hann sitið sum borgarstjóri í 13 ár

Hann var afturvaldur á kommunuvalinum tann 12. november í ár. Hann fekk 350 persónligar atkvøður og varð fyrstvaldur á Lista A í Runavíkar kommunu. Samstundis varð hann eisini toppskorari á sjálvum valinum við flest atkvøðum.

-Familjan er ikki stór, – tí fegnast eg stórliga um allar atkvøðurnar eg havi fingið

Á valinum fyri fýra árum síðani fekk hann 461 persónligar atkvøður og varð eisini tá fyrstvaldur á Lista A. 

Hann hevur sitið sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu síðan 1. januar 2016, tá ið hann í valskeiðnum loysti Magnus Rasmussen av, orsakað av at maðurin úr Lamba tá var valdur á ting fyri Sambandsflokkin. Tá vantaði bert eitt ár av skeiðnum hjá Magnusi Rasmussen sum borgarstjóri.

Tórbjørn ætlaði sær ongantíð uppí kommunalpolitik (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Ongantíð ætlanin at fara uppí kommunalpolitikk

Men sum við so nógvum her í lívinum, so er tað ofta tilvildin ið ræður, meira enn tær ætlanir, sum eru lagdar fyri dagin. 

-Eg ætlaði ongantíð at stilla upp. Tað er sannleikin av tí heila. Eg var blivin serstakliga troyttur av politiska lívinum í løgtinginum. Vit endaðu í andstøðu í 2008, og hvørja ferð eg tók orðið, eftir tað, kendist tað sum at rópa út í oyðimørkina. Mítt ringa tol helt ikki fyri hesi tómgongdini.

Í 2010 kendi hann á sær, at politiski neistin varð um at vera brendur út. Eftir at hava sitið í andstøðu í alt ov rúma tíð, og lítla og onga ávirkan hava havt á samfelagsgongdina, valdi hann at takka fyri seg í landspolitikki.

-Sum sagt hevði eg sitið í andstøðu á løgtingi síðan 2008 í tí umfarinum. Orð og setningar kendust bara alt meira tóm sum fráleið, tá so at siga onki verður til veruleika burturúr øllum orðunum. Tú troyttast hvønn einasta dag av tómgongdini av at sita í andstøðu.

Tað varð tí ein lýsing eftir havnameistara við Runavíkar Havn, sum vakti hansara áhuga, og sum fekk hann at taka endaligu avgerðina. Hann søkti starvið, og var so heppin at fáa tað. 

-Við míni fakligu maritimu útbúgving, sum skipsførari av 1. stigi, og at eg hartil eisini hevði verið til skips í nógv ár, var hetta eitt starv, ið passaði mær næstan sum fótur í hosu. Eg var kanska tá komin ov langt upp í árini at fara til skips aftur. Pappírini vóru eisini afturútsigld eftir ov mong ár uppi á landi.

Hann røkti starvið, sum løgtingsmaður og sum havnameistari, samstundis, í umleið eitt ár, inntil tað valskeiðið var av. Eftir tað var tað bert á Havnarskrivstovuni, at hann hevði sína dagligu gongd.

-Eg sat ofta á Havnarskrivstovuni og filosoferaði um hvussu meira lív kundi koma á kaiøkið. Har var næstan steindeytt. Har hendi næstan einki tá. Fiskavirking var akkurát farið á heysin. Landingarmiðstøðin varuppsteðgað. Flakavirkið lá við turrum gólvi og allir trolararnir lógu svínabundnir. Flutningsfeløgini vóru øll farin at sigla uppá Havnina, og inntøkan hjá Runavíkar Havn var farin niður í so at siga einki.

-So fór man í holt við okkurt fyri at venda gongdini. Til dømis kom gongd á við at fáa ferðamannaskip inn á fjørðin – og inntøkur tann vegin. Russiskir trolarar og farmaskip gjørdust títtari gestir, og tá byrjaði tað eisini spakuliga, samfelagsliga, at venda tann rætta vegin aftur eftir búskaparkreppuna í árunum frammanundan.

Starvið sum havnarmeistari dámdi honum sera væl, og hann treivst væl á gomlum gøtum, har hann mestsum var uppvaksin og kendi mestsum hvønn tanga og hvørt sker inn ígjøgnum fjøruna, ið nú liggur undir grótfyllu, allan vegin úr Runavíkini og inn á Langanes.

Í 2012 vóru tó boð eftir honum at stilla upp til kommunuvalið í Runavíkar kommunu. 

-Onkur gekk á meg og “lokkaði” meg at stilla upp, – og játtaði eg at enda

Hann stillaði upp á Lista A og fekk 181 persónligar atkvøður. Fekk næstflestar atkvøður, bara aftanfyri Magnus Rasmussen, sum fekk 348 atkvøður og gjørdist borgarstjóri.

Men eftir at Magnus Rasmussen varð valdur á ting á løgtingsvalinum í 2015, og valdi at siga borgarstjórasessin frá sær, tók Tórbjørn Jacobsen sætið sum borgarstjóri fyri fyrstu ferð í Runavíkar kommunu pr. 1. januar 2016. 

-Tað var ikki av forfeingiligheit ella av fíggjarligum orsøkum, at eg valdi at seta meg í hendan stólin. Eg kundi havt tað nemmari onkra aðrastaðni. Tað er av ideologiskum orsøkum at hetta er gjørt.

– Um eg ikki hevði veruligar ætlanir um at gera okkurt munagott og flyta kommununa fram á leið, so hevði eg slett ikki tímað hetta starvið. Tað skal fyri meg geva veruliga meining. Eg hevði ikki kunna sitið her, bara fyri maktina skyld. Tað høpið kunnu onnur eiga.

-Um eg ikki hevði eina ætlan um at flyta kommununa herfrá og hartil, so hevði eg ikki tikið av hesum møguleikanum – at gerast borgarstjóri. Eg hevði ikki tímað at sitið í hesum stólinum fyri bara at sita í einum starvi. Mín sinnisstøða hevði ikki hildið til tað. Tá hevði eg nógv heldur valt starvið sum bossur við Runavíkar havn, har ið eg veruliga kendi meg heima, og har eg hevði maksimala ávirkan á tað sum hendi, líkamikið um tað eydnaðist ella ikki. Í hvussu er megnaðu vit at falda inntøkuna um bryggjukantin 4-5 ferðir eftir stuttari tíð.

3 hjartamál

Tá ið hann fór upp í kommunalpolitikk vóru tað serliga trý hjartamál, sum stóðu honum nær, og sum hann vildi hava framt. Trý mál, sum hava verið drívmegin í tí heila. 

Tað varð at útbyggja havnalagið, fáa eitt ungdómshús upp at standa og fyri at fáa svimjihøllina í lag, sum tað í Runavíkar kommunu hevur verið tosað um í 60 ár.

-Líka sum Losjan í Gøtu, so varð Glyvra bio eitt snúningspunkt hjá ungdóminum her á leiðini. Men tá ið hon varð foykt burtur, – hvar skuldi ungdómurin tá fara? 

-Og tað sum eg sá, var, at ungdómurin stóð virkisleysur í kioskum og á bensinstøðum ella sat í bilum og át pitsa og blakaði pitsaflakarnar út gjøgnum vindeyguni. Tað kundu liggja einir 3-500 sovorðnir flakar og sløðast um alt havnarlagi eftir hvørt vikuskifti.

-Eg helt, at her varð okkurt spinnandi galið, og at vit máttu fáa eitt savningarstað til ungdómin her í býnum. Eisini eitt stað, sum kundi vera við til og virka fyri eini betri samansjóðing av ungdóminum í býnum og hesum miðsavnaða økinum í Runavík, Saltangará og á Glyvrum.

-Her stóð ein bygningur, sum næstan var um at detta niður. Runavíkar Mekaniski Verkstaður, – Gula smiðjan, sum vit kallaðu hann. Og tað hildu vit vera nokkso upplagt, at gera hetta til okkara nýggja ungdómshús. 

-Men at koma hartil varð ikki bara lætt. Men eg eri ómetaliga glaður fyri at vit komu á mál. Við hjálp frá nógvum góðum lokalum kreftum her í økinum. Ikki minst Kongshavnar Kvinnufelag, ið gav Gulu smiðjuni 2½ millión krónur sum gávu.

Um størstu íløguna í søguni hjá kommununi, nýggja svimjihøllin við Løkin, ein partur av Bylgjuni, so hevur tað verið ein serstakliga long og drúgv tilgongd. Nakað sum borgarstjórin eisini ásannar. Grundarsteinarnir, ella upprunatankin, eru tveir mansaldrar gamlir. Tað byrjaði við einum fundi í Glyvra skúla heilt afturi í 1964.

-Har var ein fundur í Glyvra skúla í februar mánaði í 1964, – fyri akkurát 60 árum síðan. Tá varð eitt svimjifelag stovna, grundøki keypt og grivið varð út. Millum annað síggi eg í fundarbókini, at pápi mín var við á tí fundinum. 

-Tað møttu 17 mans upp, og teir gjørdu av at stovna eitt svimjifelag, sum hevði til endamáls at byggja ein svimjihyl. Men sum frálíður dettur tað málið niður fyri. Millum annað av tí orsøk, kann eg ætla, at kommunan tá fór í tvíningar, og endar tað við, at Runavíkar- og Nes kommunur síggja dagsins ljós. 

Síðan tá hevur svimjihallarmálið ofta verið uppi og vent. Uppundir so at siga hvørt kommunuval hevur verið tosa um tað, men hvørja ferð er málið dottið niðurfyri aftur, – av einari ella aðrari orsøk. Í 2016 kom kortini vend í av álvara.

-Eg haldi, at vit settu fyrstu krónurnar av til svimjihøllina í 2016. Tá høvdu vit ein dreym um at fáa eina høll fyri 50 milliónir krónur. Men tað var heldur bjartskygt. 

Hetta sóu vit skjótt, eftir at arkitektar, verkfrøðingar og ráðgevarar komu uppí, og vit samstundis vildu hava eina veruliga høll, sum vit øll kundu vera stolt og errin av. Tað vil siga við einum stórum hyli og øllum teimum góðu umstøðum, sum krevjast í dag. Tá varnaðust vit, at tað fór at kosta nakað meira enn tær 50 milliónirnar, sum vit upprunaliga høvdu í tonkunum. 

-Og at enda lendu vit á 165 milliónum krónum.

Um fýra ár hevur Tórbjørn sitið sum borgarstjóri í 13 ár (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Um málið fall, so fór eg frá sum borgarstjóri

-Vit gjørdu eina avtalu við Kanjon um at byggja høllina treytað av, at býráðið tók undir við henni. Og tá ið tað kom har til, at endalig politisk avgerð skuldi takast, – tá stóð nógv á býráðslimum. Tað stóð á hvørjum kongi. Á hvørjum nagla.

-Eg havi ongantíð upplivað ein so elektriskan stemning her í økinum sum fram í móti hesum degnum, tá ið tað skuldi endaliga fyri býráðið. 

-Eg hevði gjørt av, við 100% vissu – tað vistu fleiri av mínum nærmastu av – at um málið fall, so fór eg frá sum borgarstjóri í stundini – á fundinum. Men tíbetur, ikki fyri mína skyld, men fyri alla kommununa og trivnaðin í býnum, varð málið atkvøtt ígjøgnum við einum rímiliga greiðum meiriluta. 

-Tað varð eitt so at siga “sink or swim” – eitt “svim ella søkk-mál” fyri mítt viðkomandi!

-Svimjihøllin kemur at gera býin til ein heilt annan bý. Fólk fer at koma til býin bara fyri at svimja. Og samstundis fer tað at geva eina synergi effekt, ið verður til fyrimunar fyri matstovur og handlar í økinum.

Og nú sær út til, at stóri dreymurin hjá Tórbjørn Jacobsen, svimjihøllin, sum varð sett á lunnar í 2016, endiliga verður liðug á sumri í 2025. 

Kann verða ógviliga møðsamt viðhvørt

– Hetta krevur eina øgiliga arbeiðsorku. 

Soleiðis sigur borgarstjórin um borgarstjórastarvið, og sipar til allar tímarnar, hann má vera til taks, hvønn einasta dag, og um allar tær uppgávur – bæði stórar og smáar, sum skulu loysast frá morgni til myrkurs – eisini tíðum í vikuskiftunum.

-At vera borgarstjóri í einum av stóru kommununum í landinum er ein stórur heiður, men eisini eitt møðsamt arbeiðið. Tú ert altso borgarstjóri í 24 tímar, – 365 dagar um árið.

-Eg skal ikki klaga, mær dámar hetta ótrúliga væl, men tað hevur eisini síni lýtir. Tað er faktiskt ongantíð friður, frá tí tú vaknar til tú sovnar, eisini leygardagar og sunnudagar. 

Hann dylur heldur ikki fyri, at tað er skjótt at enda “í gálganum”, tá ið man situr sum borgarstjóri. Tí sum hann sigur; um okkurt gongur galið í kommununi, ella okkurt av óvart ella ósketni hendir, ella onkur kemur til at skriva ella siga okkurt skeivt, so er tað altíð borgarstjórin sum verður “hongdur út”. Tað er hann sum skal upp í gálgan, tá hann til eina og hvørja tíð skal verja starvshópin í almenna rúminum, líkamikið hvat ið hendir.

Hann hevur tó ongantíð verið bangin fyri at ganga á odda og taka truplar avgerðir. Tað er honum ongin trupulleiki – tað er mest sum komið inn við móðurmjólkini.

Framtíðin

At enda sigur hann, at næsti borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Elsa Berg, longu hevur verið frammi við møguligum samstarvi millum havnirnar í framtíðini. 

Nakað sum hann heldur ljóðar spennandi, og sum kundi verið áhugavert at fingið upp at koyra. Hann vísir á, at í Íslandi er tað ikki ókent við tílíkum samstarvi, har m.a. Faxaflóahafnir, eitt samstarv millum fleiri íslendskar havnir, hevur riggað avbera væl.

Um tey næstu 4 árini sigur afturvaldi borgarstjórin, at eftir at svimjihøllin er komin undir land, og fyri stóran part goldin, er tíðin komin til at fara undir at byggja út á skúla- og dagstovnaøkinum. Á Skála og á Glyvrum. Á eldraøkinum skal eisini byggjast út, og tað sum er eftir at gera av Fjøruvegnum skal eisini fáast frá hondini tey næstu árini. Umframt hetta er stórur áhugi fyri at byggja út á vinnuøkinum, tí sær framtíðin sera hugalig út í økinum – í allari Runavíkar kommunu.

-Býurin og kommunan vaksa stútt og støðugt, tað ræður um at fylgja við tíðini, og tað ger heldur einki, um ein politisk skipan skoðar eini 15-20 ár fram í tíð – ella longur. Eisini soleiðis, at vit, sum búgva í hesum 15 bygdunum, vita áleið hvønn veg tað ber, og hvør ið kósin er fram í eina annars ókenda framtíð.