Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.05.2026 19:07

Landsstýrismaðurin bjóðaði vælkomin til tiltak hjá Sjókovanum

Mynd: Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, bjóðaði vælkomin, tá Sjókovin í gjár legði fram ársfrágreiðingina um fiskivinnuna í 2025.

Í røðu síni segði landsstýrismaðurin, at ein greiður og framskygdur vinnupolitikkur er avgerandi fyri menningina av Føroyum, har dentur verður lagdur á nýskapan, betri gagnnýtslu av rávøru og hægri virðisøking. Hann nevndi, at góður íblástur er at finna í teimum mongu tilmælunum í Vakstrarforum um burðardyggan virðisvøkstur úr havinum.

Landsstýrismaðurin segði, at Sjókovin hevur ein týdningarmiklan leiklut við at savna og miðla vitan um fiskivinnuna, og ársfrágreiðingin er eitt gott dømi um hetta. Landsstýrismaðurin takkaði Sjókovanum fyri teirra arbeiði, sum er eitt týðandi íkast til stimbran, menning og nýskapan av fiskivinnuni. 

Eisini varð dentur lagdur á týdningin av altjóða samstarvi og vitanardeiling. Landsstýrismaðurin segði, at tað er hugaligt at síggja umfatandi virksemi hjá Sjókovanum innan altjóða samstarv og gransking, ikki minst innan granskingarsamstarvið hjá ES.

Landsstýrismaðurin nýtti samstundis høvið at kunngera ráðstevnuna “Fiskur og framtíðin”, sum verður hildin 8. juni í Silo í sambandi við føroyska formansskapin í norðurlendska fiskivinnusamstarvinum. Á ráðstevnuni verður sjóneykan sett á evnir sum nýskapandi tøkni innan fiskiskap, burðardyggar matvørur úr sjónum, og hvussu vit kunnu eggja ungum at velja fiskivinnuna sum framtíðar yrkisleið.

Les røðuna hjá landsstýrismanninum her.