Uttanríkis- og fiskimálaráðið
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hevur gjørt av at taka burtur hámarkið hjá hvørjum báti, sum hevur hummaraloyvi í økinum Sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði, Skálafirði og Kaldbaksfirði í 2026.
Sostatt kunnu tey, sum hava loyvi at royna eftir hummara í økinum, halda fram, tað sum er eftir av árinum, hóast tey hava rokkið hámarkinum, sum er ásett í loyvinum.
Broytingin fær gildi 10. november 2026.