Dagar og nøvn í álmanakkanum
Valborgarmessa. Hildin til minnis um enska kongsdóttir og nunnu, sum seinni gjørdist abbadissa í kleystrinum Heidenheim í Týslandi. Hon doyði í árinum 777.
Germanskt navn, ið merkir vald og vernd.
Í gomlu álmanakkum stóðu eisini nøvnini á tveimum lærusveinum hjá Jesusi, Filippusi og Jákupi.
Fyrsti mai er arbeiðaradagurin, og varð hann hildin á fyrsta sinni í París 1889.
Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð
