Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.04.2026 14:31

Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudagin

Tíðindaskriv/ Visit Runavík

Sunnudagin 26. apríl kl. 14.00 verður stórt hátíðarhald í Oyndarfirði, í samband við at nýggj standmynd verður avdúkað. Tað er listakvinnan Lív Ejdesgaard, sum hevur evnað standmyndina, ið kallast Vónarinnar Ljós. Standmyndin er til øll, sum hava mist og er ein møguleiki at steðga á eina løtu og leggja merki til, hvussu ljósið eisini vinnur á sorgini. 

Umframt avdúkingina, verða røður og tónleikur á skránni. Eisini verður bjóða suppa, kaka og drekkamuður. 

Øll eru hjartaliga vælkomin!