Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.03.2024 18:26

SSL-sáttmálin: Vit arbeiða ongan tíma fyri onki

Maskinmeistarafelagið

Stígur er í samráðingunum um sáttmálan fyri Strandferðsluna. Vit kunnu ikki góðtaka, at maskinmeistarar skulu arbeiða fyri onki í teirra frítíð og at arbeiðsviðurskiftini hjá avloysarum eru óskipað. Tí stendur stríðið nú um prinsippir, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.

Samráðingarfundurin hósdagin millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar á Strandfaraskipum Landsins, SSL, endaði brádliga og uttan úrslit, og Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, ásannar, at stígur er í samráðingunum.

Í virðing fyri mótpartinum vil hann ikki fara í smálutir, men hann dylir tó ikki, at stríðið stendur um so grundleggjandi meginreglur sum løn fyri arbeiði. Eitt nú tá maskinmeistarar arbeiða í síni frítíð.

Eftir sáttmálanum, sum av røttum skuldi verið endurnýggjaður 1. oktober 2022, men enn er í gildi, arbeiða fastløntu maskinmeistararnir hjá SSL 91 tímar í eina viku og hava so frí í eina viku.

Men bróta teir vakt og fara til arbeiðis, tá teir eiga at hava frí, fáa teir bara 25 prosent eyka oman á føstu lønina, og hetta er ein av stóru knútunum í samráðingunum.

Kursurin er eitt til eitt

Maskinmeistarafelagið krevur nevniliga fult endurgjald fyri mista frítíð – tað er 100 prosent og ikki bara 25 prosent.

– Vanliga arbeiðstíðin hjá einum maskinmeistara hjá SSL er 2.366 tímar um árið. Tað er meira enn 45 tímar um vikuna og væl meira, enn vanliga arbeiðstíðin hjá flest øllum fólki á landi. Siglandi maskinmeistarar mugu eisini ofta vera umborð ein part av tíðini, teir hava frí, so tað minsta, tú kanst vænta tær, er, at knappa veruliga frítíðin verður vird.

– Fert tú til arbeiðis ein dag, sum tú eigur at hava frí, so missir tú jú ikki bara 25 prosent av frídegnum, men 100 prosent. Tað skal sjálvandi eisini bera til at býta um aftur eitt til eitt, so tú kanst halda frídagarnir ella frívikuna, har tú arbeiddi, eina aðru ferð. Men nú fært tú bara virðið av einum kvart frídegi afturfyri at arbeiða ein heilan frídag, og tað finna vit okkum snøgt sagt ikki í longur – kursurin er eitt til eitt, sigur Arnfinn Bech.

Spurdur, hví bara partvísa endurgjaldið fyri mista frítíð nakrantíð er góðtikið, svarar hann:

– Tað spyrji eg eisini meg sjálvan um. Eg havi ikki verið formaður í Maskinmeistarafelagnum so leingi, og hetta eru mínar fyrstu samráðingar, men støðan hjá okkum er greið – okkara limir arbeiða ongan tíma fyri onki.

Sjúkueyðkenni

Arnfinn Bech heldur tó, at verandi sáttmálaásetingar um løn fyri arbeiði í frítíðini bara eru eitt av fleiri sjúkueyðkennum fyri teir grundleggjandi trupulleikarnar, sum eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tá tað snýr seg um at skilja ímillum arbeiði og frítið.

Eitt annað sjúkueyðkenni er skipanin við føstum avloysara hjá Strandferðsluni.

– Hann skal vera tøkur 2.366 tímar um árið, men hevur í prinsippinum ikki trygd fyri einum einasta arbeiðstíma. Slíkar arbeiðstreytir kann ongin standa modell til, sigur Arnfinn Bech.

Samanvavstur

Hann heldur, at samanvavsturin av arbeiði og frítíð er ein generellur trupulleiki á arbeiðsmarknaðinum, og at greiðar arbeiðstíðarreglur og greiðar definisjónir av, hvat er arbeiði, og hvat er frítíð, eru so grundleggjandi fortreytir fyri yvirhøvur at kunna samráðast um sáttmálar, at tær eiga at verða lógarfestar.

– Sum skilið er nú, síggja vit dømi um sáttmálasamráðingar, har arbeiðsgevararnir gera frítíðina til eina handilsvøru, sum løntakararnir mugu keypa av sínum egna lønarkarmi. Talan er um alt annað enn skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, at tað yvirhøvur ber til at lokka ein mótpart at góðtaka sovorðnar fortreytir fyri sáttmálasamráðingum, og tí eiga yvirskipaðar reglur fyri arbeiðstíð og frítíð at verða ásettar í lóg, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.