Tit kunna gleða tykkum til eitt ógvuliga spennandi og forkunnugt Pecha Kucha í Løkshøll í kvøld.
Soleiðis siga fyrireikararnir til tiltakið í kvøld.
Sum altíð, er talan um 8 framløgur, men hesaferð snúgva 5 teirra seg eisini um gransking.
Helma Maria hyggur nærri at hvussu vit røkka málinum um grøna orku á landi í 2030, Anni lýsur okkum eDNA og týdningin av biodiversiteti, Bárður tekur okkum við á Veðurstovu Føroya, Leon vísur runt á Jákup Sverra og hvussu rannsóknaskipið virkar sum granskingarpallur, og Sólva tekur okkum inn í gransking av toskinum.
Men tað eru tríggjar aðrar framløgur eisini, Magnus tekur okkum runt Toftavatn meðan býráðspolitikarnir í Runavíkar kommunu, Petur og Tobbi, tosa um ávíkavist litir og hvussu økið vit hesaferð vitja er fari frá bygdum til bý.
Tiltakið í Løkshøll í kvøld, 6. september, byrjar kl. 20.20 stundisliga, møti tí gjarna kl. 20.00. Tiltakið endar áleið kl. 22.00.
Kostnaðurin er sum altíð 20,-, sum best er at hava kontant.