Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.04.2023 07:07

Spennandi dagar í Easter Cup eru av – Støkk

Myndir: Støkk

Ferðalagið hjá Støkk er nú á veg heimaftur, eftir at Easter Cup kappingin í Greve er komin at enda. Tveir sera spennandi dagar við fimleiki á altjóða støði.

Fimleikafelagið Støkk hevði 4 lið við í kappingini, tvey í smágentubólkinun, eitt í gentubólkinum og eitt í kvinnuunglingabólkinum.

Úrslitini hjá Støkk gjørdust, at Smágentur Luna endaðu á 5. plássi, Smágentur Urða á 7. plássi, Gentur Svalan á 4. plássi og Kvinnuunglingar Rósan á 3. plássi og vunnu tískil bronsu.