Mynd: Víkingur
Fyrstu ferð í søgu felagsins hevur eitt lið hjá Víkingi vunnið “greipuna”. Hetta hendi í dag, tá U13 dreingir hjá felaganum vunnu endaspælið í landskappingina, sum var leikt í Runavík.
Fyri tveimum vikum síðani vunnu teir eisini steypakappingi á Tórsvølli.
Teir hava ongan dyst tapt í ár. Teir vunnu allar uttan tveir dystir, sum báðir endaðu javnir.
Venjarnir hjá U13 dreinginum eru Tóki Klakk Olsen og Rúni Klein Joensen.
Deil á Facebook