Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2022 12:34

Søguligt. Nú er Nes kommuna ein býur

Mynd: Nes.fo

Nú er Nes kommuna ein býur. Hetta er søguligt, tí hetta er fyrstu ferð, at íbúgvaratalið er farið uppum 1.500.

Tað var eisini ein fegin borgarstjóri, sum Eysturoyarportalurin hitti á kommunukóntórium í dag, beint eftir at tíðindini vóru almannakunngjørd.

Nes kommuna skrivar annars soleiðis á heimasíðu síni:

Seinastu árini hevur fólkavøksturin í Nes kommunu verið stórur. Í morgun kundi staðfestast, at tað búgva 1502 fólk í Nes kommunu, sum tí kann velja at taka sær býaarheiti.

  1. januar 2018 búðu 1279 fólk í Nes kommunu; sostatt er fólkatalið hækkað við 223 fólkum,  ella ein vøkstur á  17,4 % seinastu fimm árini.

Í januar ætlar bygdaráðið  at hátíðarhalda býarheitið við einum tiltaki fyri íbúgvunum.