Tað var ein serligur dagur í dag hjá Rasmusi Norup, bónda í Leirvík, tá ið nýggja fjósið úti í Vík í dag varð tikið í nýtslu.
Hóast regnið fingu neytini høvi at royna nýggju umstøðurnar, tá ið tey vórðu flutt úr gamla fjósinum við vegin út til Brennistøðina og niðan í nýggja fjósið, sum liggur ovarliga í bønum úti í Vík.
Fjósið hevur verið í gerð í eina tíð, og í juni í fjør var reisigildi hildið. Nýggja fjósið er 68 metrar langt og 34 metrar breitt og er ætlað til 84 mjólkineyt.
Rasmus Norup, sum er ættaður úr Viborg í Danmark, yvirtók garðin úti í Vík í 2013. Við nýggja fjósinum er ein stórur varði nú rokkin í virkseminum hjá bóndanum í Leirvík.
Les eisini: Bóndin byggir: Í dag var reisigildið úti á Vík




