Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2026 08:22

Veðrið: Mikudagin 28. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.

Í morgun hvassur vindur ella skrið millum útsynning og vestan, 15 til 20 m/s, í støðum upp móti storm, 23 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður.
Sum dagurin líður minkar vindurin. Fyrrapartin til strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, mesti vindurin norðanfyri, seinnapartin til frískan vind upp í hvassan vind 10 til 15 m/s og í kvøld frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður.
Í nátt frískt lot til frískan vind, lækkandi niður í sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður. 
Hitin 7 til 11 stig.

Sólarris: 07:46 Sólsetur: 16:33