Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2026 08:39

Ráðstevna: Vitlíki og kappingarføri hjá vinnuni

Eysturoyar Vinnulívsfelag

Í dag, Mikudagin 28. oktobur, kl. 13 – 16.00, verður ein sera viðkomandi ráðstevna á skránni við evninum “Vitlíki og kappingarføri hjá vinnuni”.

Talan er um árligu ráðstevnuna hjá EVF, sum er almenn, og tí er tilmelding neyðug. Ráðstevnan í ár kostar 100 kr. pr. persón fyri limir og 250 kr. pr. persón fyri feløg, sum ikki eru limir í EVF.

Eitt av høvuðsendamálinum við EVF er at arbeiða fyri at stimbra kappingarføri hjá vinnuni. Í dagsins vinnuumhvørvi er tað lítil ivi um, at evnini hjá fyritøkum til at gagnnýta Vitlíki til øktan produktivitet vilja vera avgerandi fyri at klára seg í kappingini í komandi tíðum. Menningin gongur við rúkandi ferð, og tað ber ikki til at lata vera við at taka støðu til eina vitlíkis strategi.

Á ráðstevnuni kemur tú m.a. at hoyra niðanfyristandandi framløgur (tilvildarlig raðfylgja):

  1. Suni Justinussen (form.) bjóðar vælkomin
  2. Kristian Eli Zachariassen, KT-Leiðari á Bakkafrost: Frá vitlíki til ítøkiligt virði
  3. Høgni Dahl Jakobsen, CFO á Bakkafrost – Kappingarføri og produktivitetur í einum nýggjum veruleika
  4. Framløgur frá fyritøkum har tað verður greitt frá, hvussu tey brúka vitlíka í teirra arbeiði. (15 min + 5 til spurningar):
    1. Ólavur Simonsen, Kodio
    2. Leif Johannesen, Gro Aqua
  5. Eyðun Klakstein, venjari hjá  A-Landsliðinum, greiðir frá hvussu landsliðið hjá monnum nýtir vitlíki til strategi arbeiðið, dystarplanlegging og greining – og eisini hvat verður frávalt. Ein spennandi og alternativ framløga

Sum altíð á tiltøkum hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag, er sera gott høvi at netverka í stegðinum.

Melda til her